Málteigurin

Málbroytingar í føroyskum
03-08-2021
Sendirøð í seks pørtum um málbroytingar í nútíðarføroyskum, frágreiðingar og grundir teirra

Í sendingunum greiðir Hjalmar P. Petersen, professari í málvísindum, frá broytingum í føroyskum, og hví tær henda.

Hesa ferð snýr sendingin seg um orðmyndan.

Hjalmar P. Petersen er professari í málvísindum. Umframt at hava lisið á Fróðskaparsetrinum hevur hann lisið málvísindi í Íslandi og á Yale. Hann hevur høvuðsfak í norrønari filologi í Keypmannahavn og hevur skrivað doktararitgerð um kyn sum morfologiska kategori við universitetið í Hamburg.

Harafturat hevur Hjalmar P. Petersen skrivað ymsar greinar og bøkur um føroyskt, til dømis føroysk mállæra 1, 2 og 3.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023