Langhylurin: Arbeiðið heldur fram, men broytingar vera gjørdar

19.10.2021 - 13:31
InnlendisPolitikkur
Langhylurin: Arbeiðið heldur fram, men broytingar vera gjørdar
Arbeiðið at grava út fyri nýggja langhylinum í Havn byrjaði um ársskiftið
Arbeiðið upp á langhylin í Gundadali heldur fram, men broytingar vera gjørdar í verkætlanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ætlanin at byggja langhylin í Havn heldur fram

Tað sigur Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentanarnevndini, eftir at Annika Olsen, býsráðslimur, í gjárkvøldið segði seg hava frætt, at Tórshavnar býráð arbeiddi við at steðga, ella steðga á við at byggja langhylin.

Arbeiðið at grava út fyri nýggja langhylinum byrjaði um ársskiftið.

Broytingar vera tó gjørdar í verkætlanini, men arbeiðið verður ikki steðgað, sigur Annfinn Brekkstein.
 

Annfinn Brekkstein er varaborgarstjóri og formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303