- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurlagsavtalan er ov óítøkilig og fer ikki at røkka sínum endamáli

Í gjárkvøldið blivu tey 196 londini, ið hava luttikið á veðurlagstoppfundi í Glasgow seinastu tvær vikurnar, loksins samd um eina avtalu.
Tað hevur verið sagt, at COP26 ráðstevnan fór at vera tað týdningarmiklasta fyri at røkka málinum, ið parísavtalan setti.
Verður hugt at átøkunum í avtaluni, so er lítið, sum bendir á, at so verður. Tað sigur Andrea Vang, masterlesandi í veðurlagsbroytingum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Í fyrstu syftu var líkt til, at nýtslan av koli heilt skuldi halda uppat.
Men eftir áheitan frá India var hesin parturin í allar seinastu løtu broyttur, soleiðis, at heldur enn at leggja upp til at gevast við nýtsluni av koli, so verður nú í avtaluni lagt upp til at minka um nýtsluna av koli.
Um hugt verður eftir batum í avtaluni, so er, sambært Andreu Vang, tíðarramman, ið londini hava sett sær, avgjørt ein bati. Tí londini hava sett sær fyri at hittast hvørt ár fyri at kanna, um londini liva upp til málini í avtaluni.
Sí eisini















