- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygdargjaldið er prinsipielt - tí verður farið í landsrættin
18.11.2021 - 18:00
Innlendis›Heilsa
Heilsutrygdargjaldið er prinsipielt - tí verður farið í landsrættin
Heilsutrygd tapti málið í Føroya rætti, um at tveir útisiglarar skulu rinda heilsutrygdargjald í Føroyum

Egil á Bø er stjóri í Heilsutrygd.
Málið um, at báðir útisiglararnir skulu rinda heilsutrygdargjald í Føroyum, er so prinsipielt, at neyðugt er eisini at fáa landsrættin at meta um tað.
Tað sigur stjórin í Heilsutrygd, Egil á Bø, sum í vikuni skeyt dómin í Føroya rætti inn fyri hægri rætt.
Sleppa báðir føroyingarnir, sum sigla við norskum skipum, undan at gjalda, kann tað hava við sær, at aðrir útisiglarar eisini sleppa undan.
Og tað ávirkar inntøkurnar hjá Heilsutrygd, sum fer at missa millum tvær og fýra milliónir kr. í inngjaldi um árið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














