Edmund Joensen: Høllin verður fyri allar føroyingar

06.12.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Edmund Joensen: Høllin verður fyri allar føroyingar
Føroysku fólkatingsmenninir hava fingið 30 mió. kr. á donsku fíggjarlógini til stórhøll í Hoyvík
Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, fólkatingsmenn, hava fingið 30 milliónir kr. á donsku fíggjarætlanini næsta ár til Føroya Arena, sum ætlanin er at byggja í Hoyvík.

Føroya Arena er komið eitt fet nærri veruleikanum, eftir at fólkatingslimirnir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, hava fingið 30 milliónir kr. settar av til verkætlanina á donsku fíggjarlógini.

Edmund Joensen sigur, at hetta verður ein høll fyri allar føroyingar, og ætlaða staðsetingin hevur eisini týdning. Tí hildu báðir fólkatingsmenninir, at hetta er eitt mál, sum er vert at arbeiða fyri.

Haraftrat er verkætlanin um Føroya Arena komin longur enn ætlanin um stórhøll á Strondum, sigur Edmund Joensen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815