- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Dagur og vika er tekstað á netinum, og tá tíðindasendingin verður endursend á kvøldi, men tað er ofta, at tað ikki samsvar millum tað, sum verður sagt, og tað, sum verður skrivað í tekstinum, tí tann tosandi brúkar talumál og útlendskar orðingar, meðan tekstingin er skrivað við skriftmáli.
Hvørji eru fyrilitini, ið vísast skulu, tá tað kemur til teksting, og hvar gongur markið millum talu- og skriftmál?
- Ikki lætt at taka støðu til. Men spurningurin má fyrst og fremst vera: hvørjum verður tekstað fyri? Tað eru saktans tey, sum ikki hoyra tað, sum verður sagt, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Tað veldst eisini um, hvat fyri sending talan er um, tí stílurin kann hava avgerandi týdning fyri uppfatanina hjá móttakaranum.
Foreldur
Eg havi lært, at foreldur er eitt fleirtalsorð, men í nýggja lógaruppskotinum um foreldramyndugleika, er orðið brádliga vorðið eintalsorð. Soleiðis skrivar lurtari, sum kundi hugsað sær at fingið eina frágreiðing um hví, nær og hvør hevur tikið hesa avgerð.
Elin Henriksen er limur í starvsnevndini hjá Málráðnum og hevur tí verið partur av viðgerðini um hendan spurningin.
Hon greiðir frá, at tað er tørvur á einum eintalsorði fyri foreldur í til dømis nýggjum lógartekstum, og tað er í hesum sambandi, at Málráðið hevur viðgjørt spurningin og samtykt, at foreldur eisini kann vera eintalsorð.