KT-vinnan ætlar at útflyta fyri 600 mió. kr. í 2030

20.01.2022 - 13:03
InnlendisTøkni
KT-vinnan ætlar at útflyta fyri 600 mió. kr. í 2030
Fyrrapartin legði Vakstrarforum fram frágreiðing um KT-vinnuna
Vakstrarforum hevur stórar ætlanir um KT-vinnuna í Føroyum. Hon skal uppraðfestast, og vinnan skal útflyta fyri 600 mió. kr. í 2030.
Mynd: Savnsmynd  

Í 2030 skal føroyska KT-vinnan hava økt um útflutningin og skapt vøkstur innanlands.

Málið eigur at vera at útflyta fyri 600 milliónir krónur.

Tað var upplýst á tíðindafundi hjá Vakstrarforum fyrrapartin, har KT-serfrøðingabólkurin legði fram.

Niðurstøðan er, at Føroyar eiga at útbúgva fleiri fólk til KT-vinnuna.

Og tøknin skal eisini hjálpa fólki at búgva longur heima. KT skal heilt einfalt uppraðfestast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Frágreiðingin frá KT-serfrøðingabólkinum kann lesast her.

 

Leif Abrahamsen er formaður í KT-serfrøðingabólkinum undir Vakstrarforum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619