Danmark fer nú í eitt tættari verjusamstarv við USA

10.02.2022 - 14:22
Útheimurin
Danmark fer nú í eitt tættari verjusamstarv við USA
Nýggja avtalan millum Danmark og USA gevur USA betri møguleikar at vera til staðar í Evropa, sigur danski forsætismálaráðharrin
Á tíðindafundinum luttóku Jeppe Kofoed, uttanríkismálaráðharri, Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, og Morten Bødskov, verjumálaráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  

Nýggja avtalan skal geva USA betri møguleikar at vera til staðar í Evropa, segði Mette Fredriksen, danskur forsætismálaráðharri, á tíðindafundi seinnapartin. 

Avtalan er ikki endalig enn, men kann koma at merkja, at amerikonsk herfólk, og hernaðarútgerð koma til Danmarkar. 

Nýggi verjumálaráðharrin, Morten Bodskov segði tó, at tað ikki var ætlanin, at tað skuldu vera amerikanskir hernaðarbasar í Danmark. Verjuavtalan fer at líkjast teimum, sum eru gjørdar við onnur lond síðstu árini, segði hann

Avtalan verður tó ikki galdandi fyr restina av ríkisfelagskapinum.

Mette Fredriksen legði dent á, at avtalan og samráðingar við USA hevur verið leingi ávegis, og hevur tí ikki samband við spenning millum Russland og Ukraina og NATO-londini í løtuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457