Føroyanevndin spyr um stjórnarskipan í Føroyum

Føroyanevndin spyr um stjórnarskipan í Føroyum
Bertel Haarder, fólkatingsmaður fyri Venstre, spyr gjøgnum Føroyanevndina, har hann er limur
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, skal svara fyrispurningi frá Føroyanevndini í fólkatinginum
 
03.03.2020 - 11:32

Hevur nýggja landsstýrið í Føroyum nakra ávirkan á arbeiðið við at gera stjórnarskipan í Føroyum?

Tann spurningin hevur Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, fingið frá Føroyanevndini í fólkatinginum.

Hon er eisini biðin um siga, hvør støðan er í stjórnarskipanararbeiðinum í Føroyum.

Bertel Haarder, fólkatingsmaður fyri Venstre, spyr gjøgnum Føroyanevndina, har hann er limur.    

Hann hevur eisini spurt, hvussu gongst við samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland um DFG-skipanina, sum Lars Løkke Rasmussen fekk í lag, tá hann var forsætisráðharri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860