Vaksandi ferðavinna krevur betri ferðasamband

15.02.2022 - 14:11
InnlendisSamfelag
Vaksandi ferðavinna krevur betri ferðasamband
Í Kalsoynni vænta tey filmurin um James Bond fer at lokka ferðafólk í hópatali í oynna í summar
Sam røkir siglingina í Kalsoynna, men tað er ikki nóg mikið, sigur stjórin í Visit Kalsoy.

Skal tað vera liviligt í oynni, er neyðugt, at Strandferðslan ger broytingar at lofta stóra ferðafólkavøkstrinum.

Tað sigur Olivur Thomsen, stjóri í Visit Kalsoy, nú ferðavinnan væntar eitt metgott summar. Hann vísir á, at ein loysn hevði verið at brúka Erlu Kongsdóttur, sum liggur við bryggju í Klaksvík.

Í Kalsoynni verður tosað um fyri og eftir Kópakonuna. Tí síðani Kópakonan kom, er ferðafólkatalið í oynni vaksið munandi.

Nú vænta tey eisini eina tíð fyri og eftir James Bond, og eitt uppaftur størri ferðafólkatal.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Erla Kongsdóttir er eykaskip hjá Strandferðsluni. Kalsoyingar halda, at hon eigur at verða sett í sigling aftrat Sam, nú ferðafólkatalið væntandi fer at vaksa.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379