- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndir og eginleikar gera, at hon fær størsta skipið at føra

Tað verður vestmenningurin, Ingerð Klein Thorhauge, ið skal standa á brúnni, tá nýggjasta stóra ferðamannaskipið, Queen Anne, fer at sigla við ferðafólkum um tvey ár.
Hesum boðaði Cunard Line, heimsins størsta ferðafólkareiðarí, frá í gjár.
Ingerð Klein Thorhauge hevur starvast hjá Cunard Line í 25 ár.
Í løtuni er Ingerð skipari á Queen Elisabeth, sum í løtuni er nýggjasta skipið hjá Cunard Line.
Ingerð heldur, at drúgvar royndir og eginleikar gera, at hon nú sleppur at føra nýggjasta skipið hjá reiðarínum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Ingerð Klein Thorhauge er í løtuni skipari á hesum skipinum, Queen Elizabeth. Um tvey ár fær hon eitt uppaftur størri skip at føra.
Sí eisini














