Royndir og eginleikar gera, at hon fær størsta skipið at føra

09.03.2022 - 13:31
InnlendisSamfelag
Royndir og eginleikar gera, at hon fær størsta skipið at føra
Ingerð Klein Thorhauge hevur starvast hjá Cunard Line í 25 ár. Um tvey ár verður hon skipari á nýggjasta skipinum hjá felagnum
Ingerð Klein Thorhauge hevur starvast hjá Cunard Line í 25 ár.

Tað verður vestmenningurin, Ingerð Klein Thorhauge, ið skal standa á brúnni, tá nýggjasta stóra ferðamannaskipið, Queen Anne, fer at sigla við ferðafólkum um tvey ár.

Hesum boðaði Cunard Line, heimsins størsta ferðafólkareiðarí, frá í gjár.

Ingerð Klein Thorhauge hevur starvast hjá Cunard Line í 25 ár.

Í løtuni er Ingerð skipari á Queen Elisabeth, sum í løtuni er nýggjasta skipið hjá Cunard Line.

Ingerð heldur, at drúgvar royndir og eginleikar gera, at hon nú sleppur at føra nýggjasta skipið hjá reiðarínum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Ingerð Klein Thorhauge er í løtuni skipari á hesum skipinum, Queen Elizabeth. Um tvey ár fær hon eitt uppaftur størri skip at føra. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483