- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tænastumenn: Landið leggur seg út í sáttmálaviðurskifti

Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.
Tað stendur í samgonguskjalinum, og við lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um at hækka fráfaringaraldurin, tekur landið enn eitt fet tann vegin.
Men tað eru ikki øll, sum eru so fegin um lógaruppskotið.
Meinhard Gaardlykke er formaður í Tænastumannafelagnum, sum varðar av umleið 70 tænastumonnum, sum eru í starvi hjá landinum.
Hann heldur lítið um lógaruppskotið úr fíggjarmálaráðnum. M.a. tí, at starvsøkið hjá hansara limum illa egnar seg til at halda fram so leingi á arbeiðsmarknaðinum, og tí at landið við hesum leggur seg út í sáttmálaviðurskifti, sum Tænastumannafelagið í fleiri umførum hevur víst aftur við sáttmálasamráðingar.
Hoyr samrøðu við Meinhard Gaardlykke, sum var í Breddanum fyrrapartin.
Í dag eru umleið 240 tænastumenn í starvi hjá landinum, býttir millum sjey fakfeløg. Tey eru Tænastumannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Føroya Skipara- og Navigatørfelagg, Prestafelagið og Serlæknafelag Føroya.
Sí eisini













