Tænastumenn: Landið leggur seg út í sáttmálaviðurskifti

30.03.2022 - 13:33
InnlendisPolitikkur
Tænastumenn: Landið leggur seg út í sáttmálaviðurskifti
Formaðurin í Tænastumannafelagnum heldur lítið um uppskotið hjá landsstýrinum at hækka fráfaringaraldurin
Tænastumannafelagið varðar av umleið 70 tænastumonnum, sum starvast hjá landinum.

Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

Tað stendur í samgonguskjalinum, og við lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um at hækka fráfaringaraldurin, tekur landið enn eitt fet tann vegin.

Men tað eru ikki øll, sum eru so fegin um lógaruppskotið.

Meinhard Gaardlykke er formaður í Tænastumannafelagnum, sum varðar av umleið 70 tænastumonnum, sum eru í starvi hjá landinum.

Hann heldur lítið um lógaruppskotið úr fíggjarmálaráðnum. M.a. tí, at starvsøkið hjá hansara limum illa egnar seg til at halda fram so leingi á arbeiðsmarknaðinum, og tí at landið við hesum leggur seg út í sáttmálaviðurskifti, sum Tænastumannafelagið í fleiri umførum hevur víst aftur við sáttmálasamráðingar.

Hoyr samrøðu við Meinhard Gaardlykke, sum var í Breddanum fyrrapartin.

Í dag eru umleið 240 tænastumenn í starvi hjá landinum, býttir millum sjey fakfeløg. Tey eru Tænastumannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Føroya Skipara- og Navigatørfelagg, Prestafelagið og Serlæknafelag Føroya. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363