Ruth Vang: Vakmyndatól í býarrúmum er ein óhugnaligur tanki

20.07.2022 - 16:25
InnlendisSamfelag
Ruth Vang: Vakmyndatól í býarrúmum er ein óhugnaligur tanki
Ruth Vang forkvinna í Framsókn er ímóti, at kommunur nú væntandi fara at fáa loyvi at seta upp vakmyndatól í býarrúminum.

Tað er umráðandi, at vit kjakast um - og lýsa málið - um vakmyndatól gjølla.

Tað heldur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, nú løgmaður hevur boðað frá, at hann arbeiðir við einum uppskoti, ið skal geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp við tí endamáli at yvirvakja býarlívið.

Forkvinna í Framsókn er ímóti, at kommunur nú væntandi fara at fáa loyvi at seta upp vakmyndatól í býarrúminum.

"Kjakið um trygd í mun til privatlív er eitt stórt, prinsipielt kjak. Og tað kjakið hava vit ikki havt enn," sigur hon.

Uppsetan av vakmyndatólum má síggjast í einum nógv størri høpi, enn tað verður gjørt nú. Tað er ein vandi í at viðgera hetta sum eitt einstakt mál, heldur Ruth Vang.

Tá talan er um privatlív hevur verið ført fram, at einum nýtist ikki at øttast vakmyndatól um ein hevur "reint mjøl í posanum".

"Hetta er standard argumentið, sum man brúkar í totaliterum statum," sigur Ruth Vang. 

Politisk undirtøka er tó fyri at loyva kommunum at seta vakmyndatól upp í býarrúminum. Hetta segði løgmaður í viðmerking til Kringvarpið tann 15. juli. Arbeitt verður nú við at gera eitt uppskot klárt, sum eftir ætlan skal leggjast fyri løgting í heyst.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869