Málteigurin: Luttaka og framleiða troka onnur orð burtur

27.08.2022 - 09:30
Lívsstílur
Málteigurin: Luttaka og framleiða troka onnur orð burtur
Tað er onki galið við orðunum, luttaka og framleiða, í sjálvum sær, men tey verða so nógv brúkt, at onnur góð orð eru í vanda fyri at hvørva

Tá ið somu orð ganga aftur og aftur og verða brúkt um alt møguligt, gerst málið fátækari.

Eitt dømi um hetta eru orðini, luttaka og framleiða.

 

Tað er munur á at gera mat og at framleiða mat

 

Framleiða

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað er munur á, um tú framleiðir eina vøru til at selja, og um tú gert eitthvørt, sum ikki beinleiðis skal seljast.

- Tað er munur á at gera mat og at framleiða mat, sigur Elin Henriksen og vísir á onnur dømi, har framleiða verður tikið fram um onnur orð:

  • Framleiða alifisk heldur enn at ala
  • Framleiða hoyggj heldur at hoyggja ella koyra í brunn
  • Framleiða mjólk heldur enn at neytini mjólka
  • Framleiða tíðindi heldur enn at skriva tey


Luttaka

Sama støða ger seg galdandi við orðinum, luttaka.

Ofta verður sagt, at fólk luttaka á evnisdegi, í kappingum, kóri, nevnd og so framvegis, heldur enn bara at vera við ella vera á evnisdegi, kappast, syngja og sita í nevnd.

Elin Henriksen hevur svarað spurningum í Málteiginum í fimm ár. 

 

Málteigurin byrjar skjótt aftur

Málteigurin byrjar aftur mánadagin 5. september, og til ber at senda spurningar til Elina her. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037