Samgongan arbeiðir við hjalparpakka til tey harðast raktu av prísvøkstrinum

16.01.2023 - 17:58
InnlendisPolitikkur
Samgongan arbeiðir við hjalparpakka til tey harðast raktu av prísvøkstrinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, váttar, at samgongan ætlar at hjálpa teimum, ið eru harðast rakt av prísvøkstrinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, staðfestir, at samgonga arbeiðir við einum hjálparpakka til tey, ið eru harðast rakt av prísvøkstrinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ein hjálparpakki er á veg til tey, sum eru harðast rakt av prísvøkstrinum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Í samgonguskjalinum stendur: 

"Um ógvusligu príshækkingarnar halda fram, leggur samgongan fram uppskot um at veita bráðfeingis hjálp til ringast sperdu borgararnar."

Seinasta uppgerðin av Brúkaraprístalinum hjá Hagstovuni frá september í fjør vísir ein vøkstur á 8.8 prosent.

Tað vil siga, at prísurin á vørum og tænastum í miðal er hækkaður 8.8 prosent frá september 2021 til septmeber 2022.

Sambært Aksel V. Johannesen, so verður uppskotið um hjálparpakkan avgreitt í hesi tingsetuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375