- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Lurtari spyr soleiðis:
Er tað rætt, tá ið mann fyri morgunlesturin í Kringvarpinum. sigur prestIR, heldur enn prestUR.
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at vit kunnu siga, at tað ikki longur ber til at skilja ímillum endingarnar -ir og -ur í talumáli. Ofta hoyra vit als ikki, hvør ending verður søgd; i- ella u-ljóðið verður viðhvørt so veikt, at vit næstan ikki hoyra tað.
- Stavsetingin heldur seg kortini til reglurnar, og fyrimunurin við tí er, at hon kann brúkast av øllum málførum.
Óttan og sjálv/ur takk
Hoyrdi prest siga óttanir í morgunlestrinum, er tað rætt?
Tað er vanligt at mynda kvennkynsorð burtur úr sagnorðum við at geva teimum an-ending: at stúra - stúran, at vitja - vitjan, at skipa - skipan. Og tað ber til at fata orðið 'óttan' sum eitt av hesum orðum, hóast tað ikki er at finna í nakrari orðabók.
Orðið sjálvur bendist á sama hátt sum navnorð í falli, tali og kyni, og tí svara vit: sjálv takk, um ein kvinna sigur takk fyri, og: sjálvur takk, um ein maður sigur takk.
Tiðnar ella bráðnar
Ein annar spurningur er, um kavi tiðnar ella bráðnar.
- Ja, eg vildi nú sagt, at tað toyar, ella at kavin tánar, tá ið tað verður lýggjari, kanska regn, og kavin so líðandi hvørvur, sigur Elin Henriksen. Og summi siga: nú toyggjar.
Hon leggur afturat, at annars var skilt ímillum: kavi bráðnar, og ísur tiðnar.
Og í øðrum sambandi: smørið bráðnar á pannuni, og maturin úr frystiboksini tiðnar.