![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/hogni_hoydal_og_troels_lund_poulsen-10.jpg?itok=PGG2xaaj)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjumálaráðharrin leggur seg ikki út í fiskivinnusamstarvið við russar
17.04.2023 - 11:50
Innlendis›Politikkur
Verjumálaráðharrin leggur seg ikki út í fiskivinnusamstarvið við russar
"Føroyar fara at síggja meira til mín komandi tíðum," lovar Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, sum er á almennari vitjan í Føroyum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/hogni_hoydal_og_troels_lund_poulsen-12.jpg?itok=20d1ODcP)
Danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen úti í Tinganesi fyrrapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Troels Lund Poulsen, danski verjumálaráðharrin, hevur í dag verið á almennari vitjan hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum.
Og Føroyar fara at síggja meira til danska verjumálaráðharran í komandi tíðum.
Tað sigur Troels Lund Poulsen, sum ikki vil leggja seg út í spurningin um føroyska fiskivinnusamstarvið við Russland.
Tað ræður fyrst og fremst um, at Føroyar og Danmark tosa meira saman um verjupolitikk, sigur hann.
Troels Lund Poulsen var í morgun á fundi við Høgna Hoydal, og seinni út á fyrrapartin skuldi hann eisini hitta Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
Myndir:Bjarni Árting RubeksenSí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV