Danski verjumálaráðharrin hittir amerikanska starvsbróðurin í dag

Danski verjumálaráðharrin hittir amerikanska starvsbróðurin í dag
Ætlanin er tó ikki at umrøða amerikanska áhugan fyri Grønalandi á fundinum
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.02.2025 - 13:13

Verjumálaráðharrarnir í NATO eru í dag á verjupolitiskum toppfundi í Brússel.

Nýggi amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, er við á fundinum, og hann og danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, hava avtalað fund í dag.

Troels Lund Poulsen sigur við DR, at tað er Pete Hegseth, ið hevur biðið um fundin.

Ætlanin er ikki at umrøða amerikanska áhugan fyri Grønalandi á fundinum.

- Eg havi ikki ætlanir um beinleiðis at umrøða Grønland á fundinum, tí skuldi eg tað, so haldi eg, at vit skuldu havt eitt umboð fyri grønlendska landsstýrið við, segði Troels Lund Poulsen við DR fyrrapartin.

Hinvegin væntar Troels Lund Poulsen at skula brúka orku at umrøða, hvussu Evropa, og harvið eisini Danmark, brúkar meira pengar uppá trygdina í Evropa:

 

Troels

 

Endamálið við fundinum hjá verjumálaráðharrunum er at umrøða trygdarstøðuna í heiminum, og fundurin heldur fram í morgin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655