Maersk bjóðar sær til at byggja nýggj verjuskip

Maersk bjóðar sær til at byggja nýggj verjuskip
Fyritøkan hevur fastar avtalur við fleiri skipasmiðjur í Suðurkorea, har danska reiðaríið byggir síni bingjuskip
Fleiri av donsku verjuskipunum er gomul, og nýggj skulu byggjast. Nú hevur Maersk boðið sær til at hjálpa donsku myndugleikunum at byggja nýggj verjuskip
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.04.2025 - 15:51

Danska reiðaríið Maersk hevur bjóðað seg fram at hjálpa donsku myndugleikunum at byggja nýggj herskip.

Danska verjan skal hava nýggj skip, og tað skal helst ganga skjótt. Og nú váttar danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, fyri DR, at Maersk hevur bjóðað seg til at hjálpa við hesum.

Henda hjálpin kann koma sera væl við hjá Danmark, tí ongar skipasmiðjur eru í Danmark, sum kunnu smiða stór krígsskip. Og vanliga er long bíðitíð eftir slíkum skipum úti í heimi.

Maersk hevur hinvegin fastar avtalur við fleiri skipasmiðjur í Suðurkorea, har danska reiðaríið byggir síni bingjuskip, og tað kann loysa tann trupulleikan.

 

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Verjumálaráðharrin er fegin

- Maersk er ein heiðurskrýnd donsk fyritøka, sum hevur stoltar siðvenjur við at byggja skip, eisini verjuskip. Tí eri eg sjálvandi fegin um, at tey bjóða seg til at hjálpa við stóru uppgávuni at byggja nýggjar fregattir til verjuna", sigur Troels Lund Poulsen við DR.

Tað er ikki greitt, hvat tað er fyri hjálp, sum Maersk hevur bjóðað verjumálaráðnum. 

Men um talan er um heilt liðug skip við suðurkoreanskum vápnum og stýrisskipanum, kann tað gerast ein trupulleiki, tí tað fer at krevja upplæring av manningini eins væl og tað verður truplari at viðlíkahalda og uppstiga skipini, siga serfrøðingar, sum DR hevur tosað við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846