Integratiónslógin skal tryggja at tamarhald er á tilflytingini

01.08.2023 - 14:15
Innlendis›Politikkur
Integratiónslógin skal tryggja at tamarhald er á tilflytingini
- Vit mugu syrgja fyri, at vit altíð kunnu handfara talið av tilflytarum til Føroya og forða fyri møguligum skeivleikum, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Integratiónslógin, sum eftir ætlan verður løgd fyri tingið til várs, skal tryggja, at vit ikki missa tamarhaldið á tilflytingini, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Løgmaður segði í ólavsøkurøðu síni, at vit ikki mugu "missa tamarhaldið", men tryggja javnvágina millum rættindi og skyldur teirra, sum koma til Føroya.

Talið á útlendingum, sum komu til Føroya sum samfylgjandi við fólkum, ið komu her at arbeiða, var í fjør 118. Tað eru 70 fleiri enn í 2021, tá snarskipanin (fast track) varð sett í verk.

Tað vísa tøl frá donsku Udlændingestyrelsen og Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI).

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846