U19 HM: Loyvið hjá Eyðbirni Heina Davidsen ikki upp á pláss

02.08.2023 - 17:23
ÍtrótturHondbóltur
U19 HM: Loyvið hjá Eyðbirni Heina Davidsen ikki upp á pláss
U19-manslandsliðið í hondbólti má klára seg undan Eyðbjørn Heina Davidsen í dag, tí loyvið hjá honum er ikki heilt upp á pláss
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
Óli Mittún og hinir á føroyska U19-manslandsliðnum í hondbólti spæla fyrsta dysti í HM-endaspælinum í Kroatia nú klokkan 18

Føroyar spæla fyrsta dystin í U19 HM-endaspælinum í hondbólti fyri menn klokkan 18 í kroatiska býnum Opatija. Mótstøðuliðið er Burundi. 

Hallur Danielsen, samskipari hjá Hondbóltssambandinum, greiðir frá, at menn eru klárir, men at liðið má klára seg uttan Eyðbjørn Heina Davidsen í fyrsta dystinum.

Spæliloyvið hjá honum er ikki heilt upp á pláss.

32 lond eru við í kappingini, sum er í Kroatia

Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki fara víðari til meginumfarið.

Nummar trý og fýra skulu spæla Presidents Cup, sum er um plássini 17-32.

Eftir innleiðandi bólkaspælið verður bólkurin hjá Føroyum samantvunnin við bólk G, har Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA kappast.

HM-dysturin hjá U19-manslandsliðnum kann síggjast beinleiðis á Youtube-rásini hjá altjóða hondbóltssambandinum. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634