- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit vóru á gátt í Norðurlandahúsinum, har Føroys Symfoniorkestur vandi til árligu nýggjárskonsertina. Vit prátaðu við Jan Rúna Poulsen, Jens Christian Guttesen, James Goodwin og Ára Hammer Joensen. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Daniella Hentze Danielsen greiddi frá um tiltøk í havn um vikuskiftið. Vit fingu vitjan av Benjamin Petersen og Dortheu Dam í sambandi við fagnaðarkonsert fyri Petur Pólsson næsta vikuskifti. Benjamin hevði gittaran við og spældi "Timburmenn" fyri okkum. Vit fingu vitjan av bólkinum Myrkheim, sum skal til Danmarkar at spæla konsert. Í tí sambandi skipa teir saman við Margarinfabrikkini fyri stuðulskonsert fyri at fáa fígging til ferðina. Tunghoyrt og Son of Fortune luttaka á konsertini. Vit ringdu til Rógva egilstoft Nielsen í sambandi við talvkapping. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen løgdu til rættis. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.