40.000 fólk fingið boð um at rýma

40.000 fólk fingið boð um at rýma
Fleiri enn 10.000 hús eru í vanda fyri at fara upp í royk, eftir at skógareldur kyknaði norðan fyri Los Angeles seinnapartin í gjár
Fleiri hús eru longu brend í grund eftir at skógareldur í gjár kyknaði í Los Angeles. Tilbúgvingin er á hægsta stigi í Kalifornia
Mynd: AP  
 
25.10.2019 - 16:11

Fleiri túsund íbúgvar hava fingið boð um at fara úr økinum. Eldur er í einum 64.000 ferkilometrar stórum øki.

Umleið 500 sløkkiliðsfólk royna at fáa tamarhald á støðuni, og tyrlur og flogfør verða brúkt í arbeiðnum at sløkkja eldin.

Fleiri hús eru longu brend í grund. 40.000 fólk fólk hava fingið boð um at fara frá húsum undan herviliga skógareldinum.

Tilbúgvingin á hægsta stigi

Myndugleikarnir heita á fólk um at akta boðini beinanvegin, um tey fáa boð um at fara úr vandaøkinum.

Tilbúgvingin er á hægsta stigi í Kalifornia eftir nógva turkin og eftir harða Santa Ana-vindin, sum kemur millum fjøllini í Suðurkalifornia.

Vindurin kemur lættliga upp í 18 metrar um sekundið, hann er lýggjur og turrur, og tí er vindurin hættisligur, tá ið skógareldar herja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011