- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lam vil styrkja samstarvið við Kina

Carrie Lam, forsetin í Hong Kong, fer komandi vikuna til Kina at kanna, hvussu tað kann gerast lættari hjá borgarum í Hong Kong at flyta til Kina. Tað skrivar Reuters.
Hóast ógvuslig mótmæli hava verið í Hong Kong seinastu mánaðirnar, sum venda sær í móti Kina, so ætlar Carrie Lam at styrkja samstarvið við Kina.
Hon vil gera tað lættari at flyta til Greater Bay Area í Suðurkina at búgva og arbeiða, umframt at tað skal verða lættari at flyta vørur millum Hong Kong og Kina.
Lam hevur longu hitt arbeiðsbólkin, sum skal menna Greater Bay Area í Suðurkina, tvær ferð áður. Nú skal hon so aftur samráðast við tey í Beijing.
Tey vilja eggja ungum íverksetarum at búseta seg serliga í Greater Bay Area. Ætlanin er, at fólk skulu sleppa undan at gjalda skatt, um tey flyta higar.
Lam sigur, at hetta skapar arbeiði fyri fólk úr Hong Kong og lættir sosiala trýstið, sum er í løtuni.
- Tá alt hevur lagt seg í Hong Kong, fer landið (Kina) at vera har fyri at hjálpa við góðum tiltøkum, serliga í Greater Bay Area, segði Lam í august mánaði.
Greater Bay Area er ein samanseting við níggju býum úr meginlandinum í Kina, og so Hong Kong og Macau.


























