Ógvusligar mótmælisgongur í Irak

Ógvusligar mótmælisgongur í Irak
Mótmælisfólk í Irak krevja at stjórnin leggur frá sær, og at politiska skipanin verður broytt. Fleiri fólk eru særd og dripin seinasta mánaðin
 
03.11.2019 - 16:02

Fleiri tíggju túsund mótmælisfólk savnaðust í Bagdad í gjár og blokeraðu vegir og havnarlagið í eini roynd at fáa stjórnina at leggja frá sær.

Trygdarherliðið drap eitt mótmælisfólk og særdi 91 onnur í gjár. 

- Vit vilja hava sertrúarstjórnina og sertrúarflokkar avtiknar og vilja hava eina forsetaskipan. Harafturat vilja vit ikki hava, at onnur lond blanda seg uppí viðurskiftini í Irak, sigur 22 ára gamli Abdulrahman Saad, sum er ein av mótmælisfólkunum.

Mótmæli hava verið í Tahrir Square í miðbýnum í Bagdad í fleiri vikur, men seinastu dagarnar eru nógv fleiri fólk løgd afturat mótmælisfólkunum. 

Um dagin eru mótmælisfólkini lutflasliga friðarlig, men um kvøldið verða tey ógvusligari, og løgreglan hevur verið noydd at nýta táragass og gummikúlur, sambært løgregluni sjálvari.

Fleiri enn 250 fólk eru dripin í mótmælisgongunum í oktober mánaði.

Hetta er størstu mótmælisgongurnar í Irak síðani Saddam Hussein fall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928