Ein loysn í eygsjón

Ein loysn í eygsjón
Í næstu viku verður væntandi greitt, hvussu trupulleikin við akkersboltunum í havnarútbyggingini í Havn skal loysast
Nú er óvist, nær havnin verður klár at brúka, men tað verður í fyrsta lagi næsta vár
 
29.11.2019 - 08:04

Tórshavnar havn og Betri trygging arbeiða við tveimum møguleikum, men enn er avgerðin ikki tikin, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari. Men tað verður hon væntandi í næstu viku. 

Ætlanin var annars at taka fyrra partin av nýggju havnini í brúk tann 22. oktober. Men tað varð av ongum, tí 12 av 200 akkersboltum, sum halda atløgubryggjuni, vóru slitnaðir.

 >> SÍ EISINI Kaikanturin kann skrædna

Nú er óvist, nær havnin verður klár at brúka, men tað verður í fyrsta lagi næsta vár. Alt arbeiðið skuldi verða liðugt hálvan mai næsta ár, men tað verður eisini seinni enn tað.

Havnarútbyggingin krevur harafturat meira grót enn hildið varð, tá arbeiðið byrjaði. Í vestara endanum søkkur grótið meira í móruni á botninum, enn roknað varð við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585