SEV-prísurin hækkar

SEV-prísurin hækkar
Prísurin hjá húsarhaldum hækkar fimm oyru kilowatttíman, og vinnukundar skulu gjalda 10 oyru aftrat fyri kilowatttíman næsta ár
Hjá húsarhaldum hækkar streymrokningin 30 krónur um mánaðin, ella 375 krónur um árið, tá meirvirðisgjald er íroknað
 
29.11.2019 - 12:21

Hjá húsarhaldum hækkar streymrokningin 30 krónur um mánaðin, ella 375 krónur um árið, tá mvg er íroknað. Framrokningar vísa, at neyðugt verður helst eisini at prísin fimm oyru aftrat hjá øllum kundum í 2021.

Oljuútreiðslur og útbyggingar í elskipanini seinastu fimm árini eru orsøkin til príshækkingina, sigur SEV í tíðindaskrivi í dag.

Elprísurin lækkaði fimm oyru fyri kilowatttíman í 2017 og 2018, men í ár hækkaði prísurin 10 oyru, og er nú á sama stigi sum í 2014.

Stórar útbyggingar á skránni

John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, sigur, at stórar útbygginginar eru á skránni, millum annað nýggjar vindmyllulundir.

– Vit eru um at koma upp á tindin, men tað seinasta strekkið er neyðugt við nøkrum oljuútreiðslum og íløgum í elveitingina, millum annað pumpuskipan og koplingarstøðir, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

Hann sigur, at vit nærkast einum tíðarskeiði, har grønar útbyggingar fara at síggjast aftur í fíggjarætlanini. Oljuútreiðslurnar fara at minka nógv, so hvørt útbyggingarnar verða framdar, sigur John Zachariassen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210