COP 25 ráðstevnan endaði uttan nakra semju

COP 25 ráðstevnan endaði uttan nakra semju
COP 25 veðurlagsráðstevnan hjá ST endaði í dag uttan nakra semju um, hvussu CO2 útlátið skal minkast
 
15.12.2019 - 16:17

Tað eydnaðist ikki at finna eina semju um at broyta reglurnar um handil við kvotum av CO2 útláti í endaligu avtaluni á COP 25 veðurlagsráðstevnuni, sum endaði í Madrid í dag.

Ráðstevnan skuldi enda fríggjadagin, men dróg út, tí ósemjur vóru um keyp og sølu av kvotum av CO2 útláti. Sum nú er, kunnu fátæku londini selja sínar kvotur til ríku londini, sum harvið sleppa undan at tálma sítt CO2 útlát.

Eingin semja varð funnin, hóast fundurin bleiv tveir longri enn ætlað, og tí bleiv spurningurin útsettur til COP 26 verðurlagsráðstevnuna næsta ár.

Stóra Bretland verður vertur fyri altjóða verðurlagsráðstevnuni COP 26 næsta ár í samstarvi við Italia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592