Nú er tað greitt: Trump skal fyri ein ríkisrætt

Nú er tað greitt: Trump skal fyri ein ríkisrætt
Ein meiriluti í Umboðsmannatinginum hevur í nátt avgjørt, at amerikanski forsetin skal fyri ein ríkisrætt
Demokratarnir í Umboðsmannatinginum halda, Donald Trump hevur misnýtt sítt embæti
 
19.12.2019 - 07:50

Eftir átta tímar drúgt orðaskifti í Kongressini, var meiriluti fyri fyrsta punkti í ríkisrættarákæruni móti amerikanska forsetanum, Donald Trump. Fyrsta punktið snýr seg um valdsmisnýtslu.

Tað snýr seg um, at Trump heitti á Ukraina um at kanna kappingarneytan til forsetavalið, Joe Biden, samstundis sum hann helt hernaðarliga stuðulinum aftur. 230 atkvøddu fyri ríkisrætti og 197 vóru í móti.

Síðani varð atkvøtt um annað punkt; um at forsetin forðaði kanningararbeiðnum hjá Kongressini við at mótarbeiða teimum fólkavaldu við at áleggja starvsfólkum at skúgva til viks stevningar, sum ríkisrættargranskingin hevur reist.

 >> SÍ EISINI Frágreiðing: Trump hevur misnýtt embætið

Eftir stundum harðan orðadrátt og sterkar kenslur, varð atkvøtt um annað punkt, og tá vóru 229 kongresslimir fyri ríkisrætti, meðan 198 vóru í móti. 

Demokratarnir hava meirlutan í Umboðsmannatinginum, men tað er Senatið, har Republikanarar hava meirlutan, sum skal virka sum nevningar í einum ríkisrættarmáli.

Verður helst ikki koyrdur úr embætinum

Metingarnar eru, at tað er lítið sannlíkt, at eitt ríkisrættarmál endar við, at Donald Trump verður koyrdur úr forsetaembætinum.

Eftir atkvøðugreiðsluna varð Nancy Pelosi, forkvinna hjá Demokratunum, spurd, um hon fer at senda Senatinum ákæruna beinanvegin, men tað vildi hon ikki lova, sambært amerikonskum miðlum. 

 >> SÍ EISINI Ákærupunktini í ríkisrættarmálinum móti Trump klár

Gitt verður, at Nancy Pelosi fer at bíða eitt sindur av taktiskum orsøkum. Tað er tí óvist, nær ríksirættarmálið móti Trump kemur fyri í Senatinum.

Hetta er triðju ferð, ein amerikanskur forseti skal fyri ein ríkisrætt. Teir einastu forsetarnir, ið fyrr hava verið fyri einum ríkisrætti, eru demokratarnir Andrew Johnson í 1868 og Bill Clinton í 1998.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120