- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongan broytt hugsan um útlendingar

Fyrr í vikuni segði Johan Dahl, sum er næstformaður í Vinnunevndini í Løgtinginum, at semja var um, at nýggir útlendskir aktørar skulu ikki sleppa inn í fiskivinnuna.
Tað er tó broytt nú samgongan hevur lagt trý broytingaruppskot fyri tingið til 3. viðgerð í dag. Tí nú sleppa allir útlendskir aktørar at vera í vinnuni til 2032.
Fleiri tinglimir hjá samgonguni hava á tingsins røðarapalli sagt, at orsøkin til broytingina er, at tað verður ójøvn kapping í vinnuni, um teir verandi aktørarnir sleppa at hava útlendskan ognarskap í 12 ár, meðan nýggir ella smærri aktørar í dag ikki sleppa at fáa útlendskan ognarlut í ryggin.
Andstøðan hevur hinvegin fýlst á broytingina og sigur, at hendan støðan er verri, tí 12 ára tíðarskeið at útslúsa útlendingar er ov lang tíð, og við nýggjum útlendskum ognarluti bindir vinnan seg enn meira í útlendskan kapital. Andstøðan hevur tí mælt til, at samgongan í øllum førum heldur fast í tí, sum varð sagt fyrr í vikuni um, at nýggir útlendingar ikki skulu inn í vinnuna, og í øðrum lagi, at man heldur fast við verandi lóggávu á økinum, har útlendingar eru úti í 2023.



























