Fleiri vindskaðar í illveðrinum

Fleiri vindskaðar í illveðrinum
Nógvir skaðar hendu í íllveðrinum í gjárkvøldið og í nátt. Hvirlurnar vóru upp í 61 m/s í nátt
 
02.01.2020 - 08:11

Partar av tøkum fóru í Leirvík, Fuglafirði og á Tvøroyri. Á Tvøroyri fór ein rútur í grannahúsunum hjá húsunum, har takið byrjaði at ríva. Ein húsvognur var við at fara í Skopun og tað sama eitt úthús í Havn.

Í Hvalba tók vindurin eina bingju, og við Blómubrekku í Havn og við tunnilsmunnan í Saltnesi koppaði hegn út á vegin. Nógv regn var eisini og nakað av gróti ruddi út á Tjørnuvíkarvegin.

Vindurin var nógvur í hvirlunum. Klokkan hálvum eitt í nátt vóru hvirlurnar upp í 61 metrar um sekundið í Øðraskarði á Fámjinsvegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234