Tilburður við Skarvsoyruna kundi endað galið

Tilburður við Skarvsoyruna kundi endað galið
Júst tá ein persónbilur og ein trailari møtast, dettur okkurt úr lastini og endar á persónbilinum, og hetta kundi endað við eini vanlukku
 
11.01.2020 - 10:10

Ein tilburður við Skarvsoyruna - tað er á strekkinum millum Hvalvík og við Áir - kundi enda við eini vanlukku, seint seinnapartin í gjár.

Júst tá ein persónbilur og ein trailari møtast, dettur okkurt úr lastini og endar á persónbilinum. Luturin endar niðri á kølaragrilluni, har tað ger somikið nógvan skaða á bilin, at ávaringarlampurnar inni í bilinum fara at lýsa.

Hendingin fór fram, umleið klokkan 17:20 seinnapartin í gjár.

Sambært løgregluni kundi tilburðurin enda við eini vanlukku, um hesin luturin av trailaranum eittnú rakti forrútin á bilinum.

Nakað av vindi var seinnapartin í gjár. Løgreglan heitir á tey, sum koyra við lastbilum og trailarum, um at tryggja sær at alt í lastini er surrað, soleiðis at tað ikki kann fúka og gera skaða í ferðsluni.

Tað var myrkt, tá tilburðurin við Skarvs'oyruna fór fram í gjár. Førarin á persónbilinum dugir tí ikki at siga, hvussu trailarin sá út.

Annars upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn, at náttin hevur verið stak friðarlig.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096