Nevningating um álop

Nevningating um álop
Tveir menn, annar er 53 ár og hin 37, eru ákærdir fyri serligan grovan og ráan harðskap, fyri at royna at seta eld á, fyri hóttan og rán
Ákæruvaldið vil hava nevningating.
 
01.07.2026 - 06:31

Lógarbrotini, sum tveir menn nú eru ákærdir fyri, eru so grov, at ákæruvaldið vil hava nevningating at viðgera tey og døma tey.

Tveir menn, annar er 53 ár og hin 37, eru ákærdir fyri serligan grovan og ráan harðskap, fyri at royna at seta eld á, fyri hóttan og rán.

Hetta skal vera hent í einum sethúsum í Havn tíðliga um kvøldið 18. februar.

Menninir eru ákærdir fyri at sláa og sparka mannin, sum býr í húsunum, nógvar ferðir, fyri at stjala øl og sider, heilivág, pengar og gjaldskort.

Maðurin var millum annað sligin og sparkaður í høvdið og andlitið.

Annar ákærdi maðurin hótti eisini við at drepa mannin, um hann segði politinum frá.

Menninir eru eisini ákærdir fyri at festa í seingina og í eina troyggju.

Eldurin var tó sløktur, áðrenn hann menti seg. 

Roykurin frá eldinum var eitraður, stendur í ákæruritinum.

Fyrivarni er tikið um endurgjaldskrav.

Nokta seg sekar

Báðir menninir nokta seg sekar.

Teir hava verið í varðhaldi síðani 19. februar. Annar er í Vestre fængsel, hin í Mjørkadali.

Teir eru varðhaldsfongslaðir til í morgin.

Men ákæruvaldið fer at biðja rættin um at leingja varðhaldið.

Tá ákæruvaldið krevur nevningating, er kravið um revsing minst fýra ára fongsul.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425