Nýtt flogfar á Danmarkar-rutuni

Nýtt flogfar á Danmarkar-rutuni
Air Greenland fær nýtt Airbus-flogfar í 2021
Nýggja flogfarið hjá Air Greenland tekur 305 ferðafólk
 
17.01.2020 - 14:41

Air Greenland hevur gjørt avtalu við flogverksmiðjuna Airbus um eitt nýtt flogfar av slagnum A300-800 neo, sum skal brúkast á farleiðini millum Grønland og Keypmannahavn.

Tað kemur í staðin fyri flogfarið, sum í løtuni flýgur á rutuni - tað eitur Norsaq - og hetta flogfarið verður selt.

Nýggja flogfarið kostar eina trísiffraða milliónaupphædd, og tað verður latið síðst í 2021, varð upplýst á tíðindafundi í dag. 

Flogfarið tekur 305 ferðafólk.

Stjórin í Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, sigur, at nýggja flogfarið verður bíligari í rakstari, tað brúkar minni brennievni og hevur minni Co2-útlát.

Eisini verið fleiri hentleikar hjá ferðafólkunum. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563