Tvey ferðafólk funnin deyð í Íslandi

Tvey ferðafólk funnin deyð í Íslandi
Ein kvinna og ein maður eru funnin deyð tætt við strondina sunnanfyri í Íslandi
 
19.01.2020 - 13:00

Tvey lík vórðu funnin tætt við restirnar av einum flogfari, sum neyðlendi á strondini í Íslandi 1973. Tað skrivar BBC.

Politiið í Íslandi boðar frá, at talan er um tvey ferðafólk úr Kina, eina kvinnu og ein mann, sum eru fyrst í tjúgunum.

Líkini verða kannað fyri at finna deyðsorsøkina, men tað verður hildið, at líkini eru fryst í hel, tí tey vísa tekin um hypotermi, ella niðurkøling. 

Flogfarið er eitt amerikanskt hernaðarflogfar, sum í 1973 neyðlendi á strondini í Íslandi, tí brennievnið bleiv uppi. Restir av flogfarinum eru framvegis á strondini, og tað er vorðið eitt ferðafólkamál í Íslandi. 

Johannes Thor Skúlason, leiðari í ferðafólkaráðnum í Íslandi, sigur, at tey hava roynt at ávara ferðafólk móti keðiligum veðri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928