Strangari reglur fyri láturgasspatrónir

Strangari reglur fyri láturgasspatrónir
Lógin verður herd í Danmark, men ein lógarbroyting í Føroyum datt burtur, tá tingið fór í summarfrí
 
21.01.2020 - 13:37

Fólkatingið hevur samtykt at avmarka søluna av smáum láturgasspatrónum.

Nú kunnu bara tey, sum eru eldri enn 18 ár, keypa láturgasspatrónir, og tað er bara loyvt at keypa tvær í senn.

Í Føroyum vaks sølan av smáu láturgasspatrónunum óvanliga nógv í fjør.

Tær verða brúktar í eitt nú gosfløskum til at píska róma, men samstundis frættist eisini úr okkara grannalondum, at hesar patrónir vórðu brúktar sum rúsandi evni millum ungfólk.

Arbeiddi við lógaruppskoti

Táverandi landstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, segði í summar, at arbeitt varð við einum lógaruppskoti, sum skuldi geva landsstýrismanninum heimild í kunngerð at hava eftirlit við innflutninginum og søluni av hesum patrónum.

Lógaruppskotið bleiv tó ikki liðugt viðgjørt, áðrenn løgtingið fór í summarfrí, og datt tí burtur.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sigur í stuttari viðmerking í dag, at hetta málið er ikki tikið uppaftur enn.

Tí eru í løtuni ongar avmarkingar á søluni av láturgasspatrónum í Føroyum, tó at onkrir handlar av sínum eintingum hava avmarkað søluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804