Semingsmenninir tosa við báðar partar í dag

Semingsmenninir tosa við báðar partar í dag
Talan er um innleiðandi samráðingar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen eru semingsmenn. Seinnapartin hitta teir bæði Starvsmannafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.01.2020 - 10:47

Semingsstovnurin fer at hava fund við Starvsmannafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum klokkan eitt.

Í gjár tosaðu semingsmenninir við Starvsmannafelagið og lønardeildina hvør sær.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er bara talan um innleiðandi samráðingar, og tí ber ikki til at siga nakað ítøkiligt um gongdina.

Hava ikki boðað frá tiltøkum

Semingsmenninir hava rætt til at leingja eitt møguligt verkfall ella verkbann í eina viku, men tað er ikki neyðugt enn, tí hvørgin parturin hevur boðað frá tiltøkum, sigur Terje Sigurðsson.

Fíggjarmálaráðið boðsendi semingstovninum fríggjadagin.

Terje Sigurðsson sigur, at munur er á tí, sum Starvsmannafelagið krevur, og tí sum Fíggjarmálaráðið vil lata.

Í dag fara semingsmenninir at umrøða onkur viðurskifti saman við pørtunum, sigur Terje Sigurðsson.

Hann vil ikki geva eitt boð uppá, nær eitt úrslit kann væntast, og heldur ikki, hvussu leingi semingsstovnurin ætlar at tosa við partarnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162