Eingin galdandi áseting

Eingin galdandi áseting
Eingin áseting er galdandi í løtuni um, at veiddur fiskur skal á uppboðssølu í Føroyum
 
24.01.2020 - 15:46

Kunngerðin frá 2018 um treytirnar, sum eru galdandi í sambandi við, at fiskur skal avreiðast í Føroyum, og minst fjórðingurin bjóðast út á uppboðssølu, er ikki galdandi longur.

Treytirnar vóru ásettar eftir gomlu lógini um sjófeingi. Kunngerðin nevndi 22 fiskasløg, sum skuldu um bryggjukant í Føroyum.  

Har er komin nýggj kunngerð. Men í staðin fyri at nevna fiskasløgini, ið skulu í land í Føroyum, eru sløgini nevnd, sum eru undantikin kravinum um føroyskan bryggjukant.

Landsstýrismaðurin kann áseta reglurnar

Orðingin um føroyskan bryggjukant er tann sama í nýggju lógini sum hon var í gomlu lógini um sjófeingi. Kunngerðin, sum nú er farin úr gildi, segði eisini, at í minsta lagi 25 prosent av øllum fiski skuldu bjóðast út á  uppboðssølu í Føroyum.

Nýggja lógin um sjófeingi sigur um slíka uppboðssølu, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hana. Í viðmerkingunum um lógina stendur, at 30 prosent av botnfiskinum skulu seljast á uppboðssølu.

Kunngerðin er ikki lýst, men hon er á veg, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Munur er á at bjóða út og selja. Fiskur, sum verður boðin út, verður ikki altið seldur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096