Níggju flokkar manna ungdómstingið

Níggju flokkar manna ungdómstingið
Tingið verður um eina viku, og undirtøkan hesaferð setir met
Í fyrrárið var einki ungdómsting, tí undirtøkan var so lítil. Í ár hava níggju flokkar teknað seg. Henda myndin er frá ungdómstinginum í 2014
 
27.01.2020 - 10:54

Undirtøkan til ungdómstingið, sum verður um eina viku, hevur ikki verið størri enn hesaferð.

Níggju skúlaflokkar hava boðað frá, at teir verða við.

Ungdómstingið verður mánadagin og týsdagin í næstu viku.

Næmingar í 8.flokki, 9.flokki ella 10.flokki eru bodnir at manna ungdómstingið.

Ungdómsting skuldi vera í 2018, men tað varð av ongum, tí ov fáar tilmeldingar vóru.

Seks ungdómsting hava verið. Seinast var í 2016. Tá vóru seks skúlaflokkar við.  

Viðgjørdu 12 uppskot

Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu tá 12 lógaruppskot, átta uppskot vórðu samtykt og fýra feld.

Endamálið við ungdómstinginum er at geva næmingum størri innlit í fólkaræði, at lata teir vera ein virknari part av fólkaræðinum, og geva teimum innlit í, hvør luturin hjá løgtinginum er í fólkaræðinum.

Løgtingsformaðurin setir ungdómstingið mánadagin í næstu viku klokkan tíggju.

Ungu politikarnir sleppa eisini at seta løgmanni og landsstýrisfólkunum ófráboðaðar spurningar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817