Norðhavið fingið øll fiskirættindi aftur

Norðhavið fingið øll fiskirættindi aftur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur avgjørt at sleppa kæruni, tí hildið verður ikki, at møguleikar eru at vinna málið í landsrættinum
 
30.01.2020 - 12:55

Ídnaðarskipið Norðhavið hevur fingið øll síni rættindi at fiska, tí Fiskimálaráðið hevur tikið kæruna av dóminum í Føroya rætti aftur. 

Hetta sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við Vágaportalin. 

Orsøkin til, at Fiskimálaráðið hevur avgjørt at sleppa kæruni, er sambært Jacobi Vestergaard, at Fiskimálaráðið ongan møguleika hevði at vinna sakarmálið. 

Tók loyvini í 2016

Fiskimálaráðið tók loyvini frá reiðaríinum í januar 2016, tí Vørn metti, at niðurlendski minnilutaeigarin stýrdi felagnum. Tað var í móti lógini um vinnuligan fiskiskap, sum tá var galdandi.

Við Vágaportalin sigur Jacob Vestergaard, at ráðgevingin frá bæði kamaradvokatinum og løgfrøðingunum í Fiskimálaráðnum vísti á, at Fiskimálaráðið ongan møguleika hevði at vinna sakarmálið, og at kæran hinvegin hevði endað við, at ráðið varð dømt at gjalda eitt enn størri endurgjald.

- Og tí ráðgevingini valdi eg at fylgja, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Jacob Vestergaard hevur skrivað kvoturnar út til Norðhavið, sum eru ein lítil kvota av makreli, sild og svartkjafti, og so atgongd at fiska ídnaðarfisk í Norðsjónum.

Norðhavið, sum nú hevur heimstað í Kollafirði, er leigað einum felagi í Curacao í Karibia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011