Beinagrindin eyðmerkt

Beinagrindin eyðmerkt
Ein beinagrind, sum varð funnin í Kunoynni í november, er nú eyðmerkt, sigur løgreglan
 
31.01.2020 - 09:55

Nú er staðfest, at beinagrindin, sum varð funnin í Skriðudali, norðan fyri bygdina í Kunoynni, er av franska manninum, sum hevur verið horvin síðani í februar í fjør. Beinagrindin varð funnin 30. november.

Tað seinasta, fólk vita um mannin, sum var 31 ár, er, at hann er farin um borð á Norrönu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya. Hann kom í land í Føroyum. Men tveir dagar seinni hvarv hann. 

Politiið veit, hann hevur verið her, tí hann hevur tikið pengar út í Føroyum við gjaldskorti. Løgreglan er liðug við allar kanningar, og líkið verður latið teimum avvarðandi hjá manninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424