Tilskotið hækkar

Tilskotið hækkar
Nakrar krónur eru lagdar afturat markinum fyri at fáa tilskot til heilivág, sum tilskot fæst fyri
 
31.01.2020 - 10:14

Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár minni enn 524 krónur verður einki tilskot veitt. Gamla markið var 521 krónur. Tilskot verður latið til heilivág, sum kostar meira enn 524 krónur um árið.

Tilskotið er hundrað prosent fyri heilivág, sum kostar 5.533 krónur ella meira enn tað. Men pensjónistar og fyritíðarpensónistar fáa allan heilivágin goldnan, kostar hann 2.493 krónur ella meira.   

Tilskotið verður latið í prosentum millum 524 krónur og ávikavist 5.533 og 2.493 krónur. Prosentini eru 40, 60 og 75. Nakrar krónur eru komnar afturat, tí tilskotið er prístalsviðgjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037