Ungdómsting byrjar í morgin

Ungdómsting byrjar í morgin
Næmingar úr framhaldsdeildini sleppa at royna seg um politikarar í morgin og týsdagin
 
02.02.2020 - 14:56

Í morgin skipar formansskapurin í Løgtinginum fyri ungdómstingi, har næmingarnir úr 8., 9. og 10. flokkunum kring landið, sleppa at seta dagsskránna í Løgtinginum.

Sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, er hetta ein møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum tey halda eru týdningarmikil og at geva næmingunum størri innlit í fólkaræði.

Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum klokkan níggju í morgin. Klokkan tíggju setir Løgtingsformaðurin ungdómstingið, og síðani fáa næmingarnir møguleika at leggja fram uppskot fyri tingið.

Sjeynda ferðin, ungdómsting er

Ungdómstinglimirnir fáa høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum til uppskotssetararnar. Eftir døgurða fáa ungdómstinglimirnir kunnig um nevnararbeiði og fáa møguleika at orða fyrispurningar til landsstýrisfólkini.

Seinni fáa uppskotini frá ungdómstinginum nevndarviðgerð. Týsmorgunin skulu álit leggjast fyri tingið um tey ymisku málini frá ungdómstinginum, og síðani verður atkvøtt um tey.

Seinnapartin týsdagin fáa ungdómstinglimirnir møguleika at seta fram spurningar til landsstýrisfólkini í tingsalinum. Fyrstu ferð skipað varð fyri ungdómstingi var í 2005 og hetta er 7. ferð, at ungdómsting verður hildið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096