- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út at avgreiða náttúrulógina
Dregur út at avgreiða náttúrulógina
Rættarnevndin hevur fingið freistina longda eina ferð aftrat

Rættarnevndin hevur nú freist til 1. mars at koma við áliti um náttúrumargfeldislógina
10.02.2020 - 09:18
Nú hevur Rættarnevndin hjá løgtinginum fingið freist til 1.mars at skriva álit um uppskotið um náttúrumargfeldislógina.
Fyrsta viðgerð var í tinginum 11.november í fjør, og tí skuldi álitið verið komið fyri jól.
Men Rættarnevndin bað um og fekk freist til 1.februar at koma við álitinum.
Nú hevur Rættarnevndin biðið um og fingið freist til 1.mars.
Orsøkin er millum annað, at trý uppskot um at broyta aðrar lógir, sum hava samband við náttúrumargfeldislógina, skulu hava fyrstu viðgerð á tingfundinum í morgin.
Rættarnevndin sigur seg kunna skriva álit um øll fýra málini, nú freistin er longd til 1.mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV






















