Lítil áhugi fyri veðurlagspolitikki

Lítil áhugi fyri veðurlagspolitikki
Bara trý lond boðaðu ST frá sínum ætlanum á veðurlagsøkinum, tá freistin fór um vikuskiftið
 
13.02.2020 - 11:03

Veðurlagsbroytingarnar hava ikki stórvegis áhuga millum heimsins lond. Tað mátti ST staðfesta, tá greitt var, at bert trý lond boðaðu frá sínum arbeiði á veðurlagsøkinum. Freistin fór um vikuskiftið.

187 lond skrivaðu annars undir veðurlagsavtaluna í París í 2015, og tá varð samstundis gjørt av, at londini fimtahvørt ár skuldu boða ST frá, hvussu tað gongst við veðurlagspolitikkinum.

Bara Noreg, Marshalloyggjarnar og Surinam sendu sínar ætlanir til ST, tá freistin var úti sunnudagin.

Um níggju mánaðir skulu londini hittast aftur, og tað verður á eini veðurlagsráðstevnu í Glasgow í Skotlandi.

Noreg minkar útlátið eina helvt

Noreg hevur sett sær sum mál at minka um útlátið av veðurlagsgassi, og at fáa grøna orku til vega eftir somu málum, sum ES hevur sett sær.

Men Noreg vil ikki bíða eftir ES, og boðaði ST frá, at landið ætlar at minka um útlátið við eini helvt, kanska við 55 prosentum til 2050.

Hóast ES setti síni mál út í kortið í desember, so boðar ES-nevndin frá, at samveldið neyvan klárar at halda freistina. Tað er úrslitið, eftir at londini í ES eru farin at tosa saman um veðurlagspolitikkin.

Forkvinnan í ES nevndini, Ursula Von der Leyen, hevur sagt, at ES ætlar at minka sítt útlát við eini helvt til 2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391