Corona: 400 amerikanarar farnir heimaftur

bannari
Corona: 400 amerikanarar farnir heimaftur
Tvey flogfør fluttu tey 400 fólkini úr Tokyo tíðliga í morgun
 
17.02.2020 - 09:03

Teir 400 amerikansku ríkisborgararnir, sum vóru í sóttarhaldi fyri coronavirus á ferðamannaskipinum, Diamond Princess, eru komnir heimaftur til USA. Tað skrivar BBC á heimasíðuni. 

Tvey flogfør, sum amerikanski staturin hevði leigað, flugu tey 400 fólkini úr Tokyo tíðliga í morgun. 

Verið í sóttarhaldi síðani 3. februar

Fólkini høvdu annars sitið í sóttarhaldi á ferðamannaskipinum síðani 3. februar, tá coronavirusið varð staðfest umborð. 

Higartil eru 355 tilburðir av coronavirusinum staðfestir umborð. 40 amerikanskir ríkisborgarar eru smittaðir, og teir fáa viðgerð í Japan. 

Seinastu tølini vísa, at meira enn 70.000 fólk eru smittað, av teimum eru 58.000 í Hubei-landslutinum. Coronavirusið, sum nú eitur COVID-19, hevur higartil kravt 1.700 mannalív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343