Corona-smittan breiðir seg skjótt

bannari
Corona-smittan breiðir seg skjótt
Ein tilburður av corona varð í gjár staðfestur í Íslandi, og í Danmark eru trý fólk nú smittaði
 
29.02.2020 - 10:08

Corona-smittan breiðir seg skjótt, og í gjár var illgruni um, at tveir føroyingar høvdu corona. Fyrstu royndirnar av hesum fólkunum vóru tó negativar. Royndirnar eru eisini sendar til Danmarkar til kanningar, og úrslitið haðani kemur væntandi seinnapartin í dag.

Ein tilburður varð í gjár staðfestur í Íslandi, og higartil eru tríggir tilburðir av smittuni staðfestir í Danmark.

Trý fólk í Danmark staðfest smittuna

Tann triði persónurin í Danmark, sum er smittaður við corona, starvast á universitetssjúkrahúsinum í Aarhus, og umleið 30 fólk, sum hann hevur havt samband við, eru farin í karantenu, skrivar danska kringvarpið.

Í Noregi hevur ein lækni, sum starvast á universitetssjúkrahúsinum í Oslo, fingið staðfest coronasmittu, skrivar NTB.

Maðurin hevur verið í Norðuritalia, har fleiri hundrað fólk eru smittað. Seks fólk eru smittað av coronavirusi í Noregi, og í Svøríki eru seks fólk smittað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531