Vegurin Yviri við Strond brotin

Vegurin Yviri við Strond brotin
Vegurin Yviri við Strond er stongdur og verður stongdur í allan dag. Løgreglan sigur, at vegurin er brotin í fleiri støðum
Soleiðis sær út Yviri við Strond eftir illveðrið um vikuskiftið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.03.2020 - 12:38

Illveðrið rakti eisini høvuðsstaðin meint í gjár.  Tað sæst millum annað aftur Yviri við Strond, har vegurin er brotin í fleiri støðum, eins og nógvur uppgangur hevur verið og framvegis er Yviri við Strond. 

Tískil er vegurin stongdur í dag. Løgreglan sigur, at tá veðrið verður frægari ber til at finna útav, hvussu stórur skaðin er, men vegurin verður í øllum førum stongdur í allan dag. 

Av løgreglustøðini verður sagt, at illveðrið var ringast í Havn, í Klaksvík, á Strondum og í Vágum. Í øllum førum komu flest fráboðanir inn frá hesum økjum í landinum í gjár.

Løgreglan sigur tó eisini, at í mongum førum verður løgreglan ikki kunnað, tí fólk venda sær beinleiðis til bjargingarlið á staðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523